Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aðalorðaskifti um uttanríkismál eins og fleiri aðru- og triðjuviðgerðir mynda tingfundin sum byrjar klokkan 10 í dag.

Eftir aðalorðaskiftið skulu heili 6 mál avgreiðast endaliga frá tinginum við triðju viðgerð í dag. Fleiri snúgva seg um broytingar í lógum sum regulera vinnuna og virksemið hjá grannskoðarum, men eisini lógin um gjaldingar verður endaliga avgreidd í tinginum í dag. Tann broytingin snýr seg mest um at tryggja rættin hjá borgaranum at rinda við reiðum peningi, tó bert í dagtímunum. Ein samd vinnunevnd mælir til at samtykkja uppskotið við smáum broytingum.

Eitt annað uppskot, sum fær triðjuviðgerð í dag, er uppskotið um økisnøvn á internetinum. Uppskotið skal millum annað tryggja, at tað ikki longur verður loyvt at keypa internet økisnøvn einans við leigu - ella víðarisølu fyri eyga. Uppskotið miðar eisini eftir at gera prísirnar so lágar sum gjørligt eins og at tryggja at happing og niðurgering ikki verður framd umvegis økisnøvn á netinum. Eisini her stendur vinnunevndin saman um álitið.

Fleiri aðruviðgerðir eru eisini, eitt nú av uppskotinum til samtyktar hjá Djóna Nolsøe Joensen um at seta í gildi sorgarfarloyvi til foreldur sum missa eitt barn áðrenn tað er myndugt.

Øll skráin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo