Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hóast dreingir eru í stórum meiriluta í sertilboðunum kring landið, minkar munurin úr umleið 80 prosentum skúlaárið 2019/20 til gott 68 prosent hetta skúlaárið.

Hetta skúlaárið ganga 219 næmingar í sertilboði. Harumframt eru 11 næmingar í Lopfjølini, sum eisini er sertilboð, umframt 59 næmingar í serskúlanum, Skúlanum á Trøðni.

Talið á næmingunum í sertilboðunum er vaksið støðugt. Skúlaárið 2019/20 vóru 136 næmingar og hetta skúlaárið 219. Kynsbýtið hevur øll árini verið stór yvirvág av dreingjum. Skúlaárið 2019/20 vóru 109 dreingir og 27 gentur. Hetta skúlaárið er kynsmunurin minni, 150 dreingir og 69 gentur.

Kynsbýtið er øðrvísi í Lopfjølini, sum er sosialpedagogiskt skúlatilboð, ið er staðsett í Margarinfabrikkini í Havn. Tilboðið er úrslit av einum tvørfakligum samstarvi millum sosialu myndugleikarnar og skúlamyndugleikarnar. Samskiparin av tilboðnum er leiðarin av ungdómshúsinum Margarinfabrikkini. Skúlin á Fløtum hevur leiðsluna av skúlatilboðnum. Gentur eru í meiriluta í Lopfjølini. Tað liggur um 8-9 og dreingirnir um 1-3.

Hyggja vit at samlaða næmingatalinum hetta skúlaárið, so ganga 3,4 prosent av næmingunum í sertilboði. Tá er næmingatalið í Skúlanum á Trøðni ikki tikið við.

Gongdin seinastu árini hevur verið, at sertilboðini eru vorðin fleiri í tali. Tey eru nú kring alt landið – á Skúlatrøð í Klaksvík, í Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Fløtum (Guli skúli) í Havn, Sørvágs skúla, Tvøroyar skúla, Vágs skúla og Vestmanna skúla. Nýggjasta sertilboðið er í Vestmanna skúla. Størstu sertilboðini eru á Skúlatrøð við 56 næmingum og í Gula skúla við 52 næmingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo