Týskland, Svøríki og Danmark eru nú komin á leiðina har sum lekin í gassleiðingini Nord Stream var staðfestur í farnu viku.
Londini hava hvør í sínum lagi sent krígsskip, og endamálið er sum skilst at verja gassleiðingina og samstundis kanna, hvat tað var sum hendi tá hon fór at leka.
Tað var síðsta mánadag at lekin varð staðfestur, og nú er leiðingin tóm og kanningararbeiðið kann byrja.
Tað er sett øðrum skipum forboð fyri at koma nær leiðini har sum lekin hendi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo