

Tvøroyrar kommuna: Fólk flest hava uttan iva lagt til merkis, at óvanliga nógv virksemi er í miðbýnum fyri tíðina. Vit hava tí verið ein túr við myndatóli og dronu í góðveðrinum í dag.
Afturat vanliga fiskivinnuvirkseminum á havnarlagnum, síggjast eisini bilar koyra við gróti, ið broyt tekur upp framvið havnakantinum í Súpanarvíkini. Á norðaru síðu er keikantur stoyptur og byrjað er at leggja træplankar á. Seinni verður flisakantur gjørdur innanfyri og tað sama verður gjørt á sunnaru síðu, tá har er liðugt grivið og stoypt. Lokala fyritøkan MTV Byggivirki stendur fyri hesum arbeiði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo