Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Umsitingin hevur arbeitt í áravís at útvega lendi í Kollafirði til bústaðabygging. Klárt er at byggja eitt stórt tal av búeindum, men ongin áhugi er. Nú er klárt hjá kommununi at søkja Búnaðarstovuna um at yvirtaka eitt stórt lendi til umleið 50 búeindir aftrat.

Tórshavnar kommuna hevur í tveimum umførum roynt at selt matr. nr. 203c í Kollafirði, sum er umleið 4.480 m2. Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast sum íbúðir og/ella raðhús. Bústaðirnir kunnu bæði verða bygdir sum eigara- og/ella leigubústaðir.

Her var ynskið hjá kommununi at gera ein fjølbroyttan bústaðarmarknað við at byggja íbúðir og raðhús. Men stykkið hevur verið boðið út í tveimum umførum í 2022 og onki nøktandi boð kom inn. Her fara vit tó at gera eina roynd aftrat, møguliga saman við Bústaðir, um til ber at skipa eitt samarbeiði.

Harumframt er okkara ynski at fremja eina meirbygging uppat miðstaðarvirkseminum Við Sjógv. Hetta skal vera fyri at styrkja miðdepilin og tí tað er týdningarmikið, at bústaðir eru í miðdeplinum fyri at skapa lív og trivnað.

Okkara avbjóðing er, at talan er um privata jørð/ogn, og tískil er neyðugt við góðum gevandi samstarvi fyri at koma á mál. Men vit eru nú komin hartil, at vit hava valt tvey øki út við Sjógv og við Botnánna.

Málið kemur fyri í byggi- og býarskipanarnevndini í næstu viku, og umsókn verður síðan send Búnaðarstovuni um yvirtøku av lendinum.

Økið við Sjógv/Botnánna í Kollafirði, ið kommunan fer í eina tilgongd at gera kanningar av og ogna sær til framtíðar bygging, er uml 45-50.000 fermetrar til støddar. Mett verður, at her kunnu fáast í minsta lagi 50 búeindir aftrat burturúr.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo