Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Tað vóru heilt nógvar deyðar súlur at síggja á rókunum, Tað var ein syndarlig sjón. Onkustaðni sást bæði ungi og vaksnar súlur saman, øll deyð. Tað sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi, við VP.

Tey hava havt serkøn fólk í oynni, og síðst í farnu viku varð flogið við dronu útfyri røkurnar, har súlan heldur til, so veruliga sást hvussu standurin er á rókunum. Dronan hevur serligt upptøkutól sum eisini sær hitan, og tí bar skjótt til at staðfesta, hvør súla var livandi og hvør var deyð.

- Vit eru ikki liðug at hyggja alt tilfarið ígjøgnum, men har vóru nógvar deyðar súlur, fleiri enn 100, sigur Esbern í Eyðansstovu. Súlur lógu eisini deyðar niðri við sjóvarmálan, undir rókunum, tí tær eru farnar útav.

- Vit hava tikið avgerð um, ikki at fara at taka súlu í ár av somu orsøk, sigur Esbern í Eyðansstovu.

Hann leggur afturat, at tað virkar sum annar fuglur í oynni heldur ikki hevur tað heilt gott. Tað er ikki so nógv rita, sum tað plagar. Og deyðan skúgv hava tey eisini sæð liggjandi á landi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo