Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært fyriskipan frá 1903, skuldu øll før og allir bátar, sum fiskaðu við Føroyar, skrásetast í skipaskráseting hjá Fútanum/Sýsluni. Her síggjast tær elstu skrásetingarnar hjá Fútanum, fyri før úr Havnini

Tjóðskjalasavnið: Tjóðskjalasavnið hevur nú lagt nógvar nýggjar skanningar av skjølum út á www.history.fo. Talan er um nokkso umfatandi tilfar, sum stavar frá fleiri skjalasøvnum/myndugleikum. Tjóðskjalasavnið hevur valt at raðfesta tað tilfar, sum verður nógv spurt eftir av viðskifta fólki stovnsins.

Ein stórur bólkur, sum er lagdur út á netið hesaferð, eru gerðabøkurnar hjá Løgtinginum frá tíðarskeiðnum 1852-1905. - Ein annar stórur bólkur eru sokallaðu mynstringarnar (‘Protokol over paamønstrede Skibsmandskaber’), sum vórðu skrásettar hjá Fútanum í tíðarskeiðnum 1902-47.

Eisini er væl av tilfari frá Føroya Provstadømi lagt út. Talan er fyri tað mesta um tilfar frá 1800-talinum (t.d. kirkjusýn og sýn av prestagørðum). Nakað av tilfarinum frá Provstadøminum gongur tó heilt aftur til síðst í 1600-talinum, t.d. skifti- og fundarbókin hjá prestaskapinum (‘Gejstlighedens Skifteprotokol og Gejstlighedens Mødeprotokol’).

Umframt hetta er eisini eitt kopi av fólkateljingini frá 1935 lagt út á history.fo.

Við hesi umfatandi útlegging, fáa viðskiftafólk Tjóðskjalsavnsins nógv lættari atgongd til tilfar, sum áður bert hevur verið tøkt á lesistovuni. Tjóðskjalasavnið vónar við hesum tiltaki, at betra um grundarlagið fyri søgugransking, ættargransking og aðrari gransking í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo