Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Fyrr í vikuni frættist um stórar nøgdir av æti í Borðoyarvík. Kanningar, sum Havstovan gjørdi vístu, at talan var um smáar hvalspýggjur (Hydrozoa). Støddin liggur um 4 mm. Nógv tað mesta er væta og tískil er neyvan nógv føðsluvirði í hvalspýggjunum.

Slíkar verur eru vanligar, men av tí at tær eru smáar, umframt at meginparturin av kroppinum er klárur, eru tær torførar at síggja, uttan tá tær eru í heilt stórum tættleikum.

Sera nógv ymisk sløg av hvalspýggjum eru á okkara havleiðum og tá Havstovan ger kanningar av æti í sjónum, er vanligt at síggja ymisk sløg í smáum nøgdum. Meira sjáldsamt er, at tær eru í so stórum tættleikum, sum nú í Borðoyarvík.

Tað kemur javnan fyri, at æti rekur inn í firðirnar í Norðoyggjum, m.a. Borðoyarvík og Árnafjørð. T.d. er ofta komið fyri, at tættar torvur av krill hava verið í hesum økjunum. Hesuferð var tó ikki talan um slíkan – helst meira vælkomnan - gest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo