Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Hóast Eyðun Samuelsen ikki er av størstu monnum, so royndist hann væl sum áleypari fyri serliga HB, men eisini í ÍF og AB hevði Eyðun lætt við at finna leiðina til málið. Frá 1991 til 2002 gjørdist tað til 52 dystir og 14 mál í fremstu deildini. Í næstbestu deildini bleiv tað til 89 dystir og heili 64 mál.

- Kanska tað er tíðin, sum er broytt, men vit høvdu heilt ótrúliga virðing fyri teimum, sum spældu á besta liðnum. Eg var eisini heilt ótrúliga spentur, tá eg fyrstu ferð skuldi á vøllin fyri fremsta lið hjá HB, og eg haldi næstan at eg pissaði í buks í spenningi.

Tað er kortini ikki fyrstu ferðina, at Eyðun Samuelsen hevur viljað illa pissa í dysti. Ein serlig hending var í Europa Cup dysti á Svangaskarði á Toftum, tá Eyðun skuldi til doping-kontrol.

- Eg vildi so heilt ræðuliga illa pissa. Tað er annars ikki altíð so lætt beint eftir dyst. So tá eg hevði fylt bollan, sum vit skuldu pissa í, og rætt hann til UEFA-mannin, vendi eg mær aftur ímóti kummuni og pissaði meir. Tað bleiv ein øgiligur látur, fortelur Eyðun Samuelsen flennandi, sum hevur prógv uppá, at hann einaferð var heimsins besti innanduraspælari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo