Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag seinnapart varð sáttmáli undirskrivaður um uppseting av standmyndini av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni.

Nólsoyarpáll skal standa leysur úr landi á einum tilgjørdum basaltfundamenti í Vágsbotni. Botnurin undir standmyndini verður hevjaður nakað, og síðani verður ein gongu-og uppihaldsbrúgv úr timbri bygd út um standmyndina.

Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur samráðst við EYA Arkitektar og myndhøggaran, Hans Paula Olsen, um verkætlanina. Føroya grótvirki og Articon útføra arbeiðið.

Fyrsti partur av verkætlanini, við hevjaða botninum og sjálvari standmyndini verður liðugt áðrenn Ólavsøku.

Á myndini niðanfyri síggjast f.v.:

Bergur Midjord, byggileiðari hjá Articon, Tróndur Sigurðson, formaður í byggi- & býarskipanarnevndini, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Eyðun Eliassen, stjóri í EYA arkitektar, Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard, arkitektur hjá EYA, Jóannes B. Lamhauge, verkætlanarsamskipari og arkitektur á býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo