Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í sambandi við, at Palli Skorheim hevur keypt meirilutan í Nordcar, er hann samstundis settur sum stjóri í felagnum.

- Vit hava arbeitt fram ímóti hesi loysnini í eina tíð, og tí eru vit fegnir um, at vit nú eru komin á mál, sigur fráfarandi stjórin, Gordon Rajani.

- Eg eri spentur upp á at seta meg við róðrið í Nordcar, sigur Palli Skorheim, sum seinastu 6 árini hevur verið fíggjarleiðari í NN Holding samtakinum.

- Hetta er ein spennandi møguleiki, sum eg eri takksamur fyri at hava fingið frá fyrrverandi eigarunum. Nordcar selir merkini BMW, MINI, Fiat Professional, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og elbilarnar frá Maxus. Umframt bilar selir Nordcar eisini motorsúklur frá BMW og Harley Davidson. Harumframt er verkstaðið eisini góðkent til Honda. Hesi merkini standa øll fyri dygd, og við fantastisku starvsfólkunum hjá Nordcar, verður málið hjá mær at selja dygdarbilar fyri kappingarførar prísir, umframt at veita bestu tænastuna til øll okkara viðskiftafólk.

Palli Skorheim, sum byrjar sum stjóri í Nordcar í dag, sigur at øll eru altíð vælkomin inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt bilprát, ella at ringja til hansara á 290087 – hvør veit, kanska tit gera kvetti, sigur hann at enda við einum smílið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo