Nevndarformaðurin Ragnar Joensen fegnast um stóru íløguna til alingina á landi í Kina, skrivar iLaks.
iLaks skrivar at Nordic Aqua Partners fer at gera eitt kommersielt RAS-anlegg beint uttanfyri Shanghai. Fyrsta byggistig fer at geva 8.000 tons laks árliga. Næsta byggistig 16.000 tons og málið er at koma heilt upp á 40.000 tons í sama øki.
Ætlanin er eisini at felagið skal gera anlegg aðrastaðni í Kina, millum annað við Beijing og Hong Kong.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo