Úrslitið áðrenn skatt í 2021 var eitt avlop upp á 21,4 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2021.
Grundrakstur batnaður
Grundraksturin í 2021 var 21,2 mió. kr. í mun til 19 mió. kr. árið fyri, sum er ein øking upp á 2,2 mió. kr.
Við einum styrktum grundrakstri er sparikassin betri mótstøðuførur í mun til eina møguliga afturgongd í búskapinum.
Økt virksemi
Útlánini øktust úr 1.990 mió. kr. upp í 2.025 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 35 mió. kr. ella 1,7 %.
Umframt útlánsvøksturin hevði sparikassin ein vøkstur í realkredittlánum upp á 35 mió. kr.
Innlánini lækkaðu úr 2.469 mió. kr. niður í 2.464 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 5 mió. kr. ella 0,2 %.
Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og í 2021 hækkaði samlaða ábyrgdarfæið úr 28,5 mió. kr. upp í 33,6 mió. kr. Hetta er ein øking upp á 17,6 %.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2021 var lyklatalið fyri gjaldførið 261 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 %.
Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2021 var solvensurin 25,4 % sammett við 22,6 % árið fyri.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 29. mars 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo