Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

NS: Við tí endamáli at tillaga rakstur sparikassans til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini komandi árini, verða ávísar rentur á innlánum og útlánum broyttar í næstum.

Allir privatkundar kunnu hava vanlig innlán fyri tilsamans 500.000 kr., áðrenn negativ renta verður roknað. Tó kunnu privatkundar, sum hava í minsta lagi 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, hava vanlig innlán fyri tilsamans 1.000.000 kr., áðrenn negativ renta verður roknað. Eftirlønir og innlán hjá børnum og ungum eru ikki umfataði av negativum rentum.

Framyvir bjóðar sparikassin ikki innlán við 3 mðr. uppsøgn. Øll innlán við 3 mðr. uppsøgn verða broytt til vanlig innlán.

Fyri vinnukundar merkja broytingarnar, at øll innlán verða rentaði við -0,75 %.

Nýggju innlánsrenturnar síggjast í talvuni niðanfyri:

##med2##

Harumframt hækka ávísar útlánsrentur við upp til 0,5 %-stigum.

Broytingarnar fáa gildi frá 1. september 2020. Rentuyvirlit verður dagført á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo