Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Fíggjareftirlitið tilnevnir einaferð um árið, hvørjir bankar eru SIFI-bankar í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. SIFI stendur fyri “Systemically important financial institution”.

Í mars í 2020 mælti danska systemiska váðaráðið stjórnini til at broyta markvirðini fyri at áseta, hvør banki í Føroyum er ein SIFI-banki. Tilmælið var at seta eitt markvirðið afturat einum verandi. Ein banki, sum hevur ein javna, ið er minni enn 3 mia. kr. verður ikki tilnevndur sum SIFI-banki.

Danska vinnumálaráðið gekk tilmælinum á møti og hetta eyka markvirði hevur verið galdandi frá 1. januar 2021. Tað ger, nú Fíggjareftirlitið í juni í ár hevur gjørt árligu tilnevningina, at Norðoya Sparikassi nú ikki longur er ein SIFI-banki. BankNorik og Betri eru tó framvegis SIFI-bankar.

At Norðoya Sparikassi ikki er ein SIFI-banki longur merkir millum annað, at kravið um ein SIFI-buffara fellur burtur, at NEP-kravið verður sett øðrvísi umframt at onnur umsitingarlig krøv vera broytt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo