Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Samansetingin av limum í Sjúklingaráðnum

Spurningar:
1. Eftir hvørjum leiðreglum hevur landsstýrismaðurin valt limir í nývalda Sjúklingaráðið?

2. Hvørjar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at velja júst hesar fimm limirnar í Sjúklingaráðið?

3. Hvørji landafrøðilig øki eru umboðað í Sjúklingaráðnum, og hví er hendan landafrøðiliga samansetingin vald?

Viðmerkingar:
Í farna mánað valdi landsstýrismaðurin Sjúklingaráðið av nýggjum. Kunngerðin sigur greitt, at landsstýrismaðurin skal velja limir eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum.

Tey valdu eru avgjørt skikkað sum limir í Sjúklingaráðnum. Men tað eru eisini onnur sjúklingafeløg við limum, sum ikki eru umboðað í ráðnum. Hesi feløgini umboða fólk við somatiskum sjúkum, sum í stóran mun verða viðgjørd á sjúkrahúsunum, eitt nú hjartasjúkur og diabetessjúkur.

Haraftrat sær út til, at summi landafrøðilig øki, eitt nú Norðoyggjar, ikki eru umboðað í ráðnum. Landsstýrismaðurin verður tí biðin um at greiða frá, hví so er.

Á Løgtingi, 07. november 2022
Eyðgunn Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo