Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: 7.a og 7.b í Sankta Frans skúla hava í ár luttikið í einum Nordplus-samstarvi millum Grindavík í Íslandi, Gislev á Fyn og Tórshavn. 

Evnið í hesum samstarvi er “burðardyggir vanar.” Í Íslandi lærdu tey millum annað um nýtslu av jarðhita. Í Føroyum endurnýttu tey gamlar avísir og gjørdu gávuposar. Eisini vístu tey gestunum runt í vøkru Havnini. Í viku 22 fara tey til Gislev á vitjan og læra kreativa endurnýtslu.

- Eg eri sera glað fyri, at skúlar nýta møguleikan at søkja fíggjarligan stuðul frá Nordisk ministerråd til Nordpluss verkætlanir. Tað er bæði læruríkt, mennandi spennandi hjá næmingunum at uppliva, hvussu javngomul búgva og liva í okkara grannalondum.

- Eisini styrkir hendan verkætlanin umhvørvistilvitið, felagsskapin og sambandi millum norðurlond, sigur Bjørg Dam, forkvinna fyri Náttúru- og umhvørvisnevndina í Tórshavnar býráð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo