Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norðurkorea sigur seg í gjár hava skotið eitt nýtt slag av langtberandi jørð-til-jørð rakett. Rakettin varð skotin tvørturum Japan og endaði í havinum vestanfyri Japan.

Rakettin skal hava flogið 1.090 kilometrar langt og 6.248 kilometrar høgt, sambært norðurkoreanskum miðlum. Hetta er hægri og longri enn nøkur onnur rakett sum Norðurkorea áður hevur flogið.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, sum á myndunum fegnast saman við hermonnum, hevur sagt, at landið dubbar seg til tess at standa ímóti amerikanskari imperialismu.

Bæði Japan og USA hava mótmælt. Tað hevur Suðurkorea eisini gjørt, eins og Suðurkorea eftir hendingina hevur royndarskotið fleiri minni langtrøkkandi jørð-til-jørð og luft-til-jørð rakettir, hetta fyri at vísa grannanum fyri norðan "evni og vilja", sum sagt verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo