Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvisstovan: Klokkan 12.30 í dag byrjar tiltakið Coexistence with Nature á veðurlagsráðstevnuni COP27, sum í ár verður hildin í Sharm el-Sheikh.

Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna.

Hetta kann millum annað gerast við at brúka tey amboð, sum náttúran longu hevur, til at minka um veðurlagsbroytingarnar og varðveita lívmargfeldið – við øðrum orðum: við at brúka náttúruloysnir.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur fíggjað fleiri verkætlanir innan náttúruloysnir í Norðurlondum, og á tiltakinum verða m.a. nýggjastu granskingarúrslitini løgd fram.

Tiltakið kann stroymast her kl. 12.30: https://www.norden.org/da/node/75788

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo