Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Næsta vikuskifti hava norðurlendsku fótbóltssambondini felags fund í Føroyum.

Tað er FSF sum skipar fyri fundinum.

Vanliga hava Norðurlond gott samstarv innan fótbólt, og londini hava eisini seinastu mongu árini havt regluligar fundir.

Norðurlond samstarva um ymisk mál.

Seinasta dømi um hetta var, tá øll Norðurlond bjóðaðu seg fram at skipa fyri Europa meistaraskapinum fyri kvinnur, sum UEFA skipar fyri í 2025.

Tað endaði við, at Sveis fekk hesa kappingina.

- Men vit kunnu rokna við, at Norðurlond framhaldandi fara at bjóða seg fram í øðrum samanhangi, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, við VP.

Norðurlendski fundurin byrjar fríggjadagin 12. mai 2023.

Við í ferðalagnum verður m.a. fyrrverandi svenski forsætismálaráðharrin Frederik Reinfeldt, sum nú er fótbóltsforseti í Svøríki.

Fundurin byrjar við eini móttøku hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo