Tað at Noreg ikki hevur fingið eina fiskiveiðuavtala við Bretland gevur ein risavinning til norska makrelfiskiskapin í ár, skrivar norski miðilin Fiskaren.
Um Noreg setur sín part til 35 prosent av samlaðu kvotuni í ár, merkir tað ein vøkstur í inntøkunum á 3,88 milliardir norskar krónur, um sami kiloprísur á 13 krónur verður brúktur sum í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo