Seinnapartin í dag fekk Norrøna roykalarm úr maskinrúminum. Hettar hendi meðan skipið lá við bryggju í Seyðisfirði.
- Manningin fekk beinanvegin tamarhald á eldinum, sum kom frá einum hjálpimotori. Ongin mansskaði stóðst av hendingini og tey fáu ferðafólkini sum vóru umborð vórðu evakueraði í land.
- Maskinrúmið verður nú luftað út og síðani verður støða tikin til reparatiónir og sigling, sigur stjórin, Jens Meinhard Rasmussen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo