Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norska alivinnan vil hava politikararnar at fáa sær íblástur úr Føroyum, tá teir skulu gera nýggja skipan til at taka inn fleiri avgjøld frá vinnuni.

Sjømat Norge, sum er arbeiðsgevarafelagið hjá alivinnuni, heldur, at ætlanirnar sum politikararnir arbeiða við, eru alt ov burokratiskar og stirvnar at arbeiða við, bæði hjá vinnuni og myndugleikunum.

- Landið fær tað sama burturúr við at brúka nógv einfaldari skipanina, sum føroyingar arbeiða við at seta í verk, har avgjaldið hongur saman við framleiðsluni og har støddin á avgjaldinum hongur saman við prísinum, sigur Paul Birger Torgnes, sum er formaður í Sjømat Norge við miðilin Fish Farmer.

Norskir politikarar boðaðu í september í fjør frá ætlanum um eina nýggja skattaskipan fyri alivinnuna og bóðu í sama viðfangi vinnuna um at koma við sínum tilmælum um, hvussu hetta kann gerast. Síðani hevur vinnan brúkt sera nógva tíð og orku uppá arbeiðið, sigur Paul Birger Torgnes við Fish Farmer.

- Í Sjømat Norge hava vit havt 14 nevndarfundir umframt fleiri limafundir og fundir í økisfeløgum og fundir við aðrar felagsskapir um júst hetta málið, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo