Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norska undirstøðukervið er longu væl og virðiliga skrásett av Russlandi, metir norska fregnartænastan sum heldur, at tað er helst fyri at skapa ruðuleika og fyri at flyta fokus, at russar gera so nógv um seg í Noregi í hesum døgum.

Tað sigur Hedvig Moe, sum er ovasti fyri norsku trygdartænastuni PST við Aftenposten.

Tað er fyrstuferð at hon setir orð á, hvat russiski áhugin fyri Noregi í hesum døgum man snúgva seg um. Í gjár var ein russiskur statsborgari, sum gav seg út fyri at vera úr Brasilia, og sum var gestaundirvísari og granskari við lærda háskúlan í Tromsø, varðhaldsfongslaður fyri njósning. Og seinatu tíðina eru nógvar dronur sæddar við norskar boripallar í Norðsjónum eins og við herstøðir á landi.

Tó heldur norska trygdartænastan ikki, at nakrar ætlanir eru um álop ella at fáa meira upplýsingar at vita.

- Russland veit longu alt um okkara undirstøðukervi, sum tey vilja vita. Hetta snýr seg um at skapa hurlivasa, flyta fokus og testa okkara tilbúgving, sigur Hedvig Moe millum annað við Aftenposten.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo