Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Meðan filmstevnur hava verið stroymdar ella avlýstar er 88 ára gamla filmstevnan í italska býnum Venezia, í fullari gongd og endar í kvøld. Tá hava 66 filmar úr øllum heiminum verið sýndir á heimsins elstu filmstevnu.

Altjóða filmspressan vil vera við, at 39 ára gamla Mona Fastvold úr Noregi stendur til at vinna Gyltu Levuna í Venezia í ár. Fastvold, sum fyrr var gift við sangaranum Sondre Lerche, fær bestu ummæli fyri amerikanska filmin ”The World To Come”, ið er eitt lesbiskt drama í statinum New York í 1850’unum.

Felagsspaurin HFPA, sum stendur fyri Golden Globe virðislønunum, heftir seg við koronusmittuna og skrivar soleiðis úr Venezia: ”The bigger question will not be answered for a few more days: as Venice is a Rorschach test for all festivals in the era of COVID, will it stay safe? Will Alberto Barbera be the hero, Italy a shining example of doing it right? And with that, a country is holding its breath while the world is fighting for theirs.”

Her er ummæli í The Guardian

Her er ummæli í IndieWire

Her er ummæli í Ekko

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo