Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heimsins størsta alifyritøka, norska Mowi, hevði eitt gott ár í føroyska dóttirfelagnum Mowi Faroes í fjør. So gott, at heilar 101 mió kr lógu eftir til eigararnar, eftir at hvør hevði fingið sítt.

Tað skal samanberast við 65 mió kr árið fyri.

Nettosølan vaks úr 468 til 479 mió, men framleiðslukostnaðurin minkaði úr 315 til 275 mió kr. Eisini starvsfólkakostnaðirnir minkaðu eitt vet, og endaðu á 52 mió kr, sum er áleið ein mió kr minni enn árið frammanundan.

Mowi Faroes hevur ein fíggjarstøðujavna á 728 mió kr, hara er 603 mió kr eginogn.

Hans Jákup Mikkelsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo