Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veðurstovan: Taka vit fyrst hagtølini fyri november mánað, hvussu hann var í tíðarskeiðnum 2010-2021, so hevur miðalhitin ligið ímillum 4,1 stig (í 2017) og 8,2 stig (í 2014). Í fjør var miðalhitin í november 5,8 stig.

Í ár (2022) var miðalhitin fyri november 8,4 stig – t.e heitari enn miðal fyri november 2010-2021.

Danska veðurstovan hevur gjørt ymiskar mátingar í Havn síðan 1875. Eisini av hitalagnum. Hyggja vit eftir tølunum fyri miðalhitan fyri november øll 147 árini aftureftir, so var tann kaldasti november mánaði í 1917, tá vóru máld 1,3 stig. Tann heitasti mánaðin síðan 1875 var í ár (2022).

Orsøkin hevur verið leiðin, lágtrýstini hava tikið eystureftir. Tey hava tikið seg upp yvir land í Canada ella USA og eru farin út í hav ímillum New Foundland og Suðurgrønland. Á leiðini sunnan fyri Ísland og vestan fyri Írland eru tey steðgað og hava gjørt alt av sær. Ættin í Føroyum hevur verið ímillum eystan og sunnan, við lýggjari luft úr Suðurnoregi og Norðsjónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo