Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havi kaga í hetta uppritið um Orkusjónarmi frá Vinnuhúsinum. Nógv av hesum er skilagott, men ikki eri eg samdur við Vinnuhúsinum.

Vinnuhúsið viðgerð serliga kappingina, soleiðis at endabrúkarin og vinnan kann fáa ein so kappingarføran prís sum gjørligt. Har verður áherðslan løgd, heldur enn á veitingartrygd og støðugan lágan prís til brúkaran. Alt gott um tað. Men er tað nú endamálið við hesum uppritið. Eg ivist!

Í SEV vita vit hvat ið vit hava. Nógv eru tey sum enn minnast tá ið einki skil var í elveiting í Føroyum. Fyri at fáa skil á, var lógvatak tikið saman um SEV. Tað var heldur ikki serliga gott skil í SEV at byrja við. SEV var í konstantari peninganeyð og mær er  sagt at lítið skil var í bókhaldi o.ø.

Hetta var tó munandi bøtt um tá ið onnur leiðsla kom til. SEV er gott sum tað nú er, og eigur at sleppa at halda á at menna og veita føroyingum tað tænastu vit í dag fáa, og at møta tí tørvi vit hava í framtíðini. SEV, saman við okkum fjøldini, megnar væl at frema tað orkuskifti sum stendur fyri framman.

Fríi kapitalurin í Føroyum er stórur, men hann er konsentreraður á sera fáum hondum. Tað eru nýríkir føroyingar og útlendskur kapitalur sum vilja hava fatur á okkara føstu mánaðarligu flytingum. Hetta er tryggasta íløga sum er at hóma í víðan kring. Og tað vita teir. Men hetta er bara for nemt. Ein mjólkimaskina.

Brúki heldur peningin har hann ger størstu nyttuna.

Draga vit ein paralell til oljufeløgini, kunnu vit rokna við at kappingin til endabrúkaran á el-orku økinum verður enn nærri null, enn vit í dag siggja í oljukappingini.

Lat SEV verða fólksins. Hetta gerst best við at pensjónstryggingarfeløgini og fakfeløgini t.d. sleppa at fíggja SEV. Lat fólksins pening sleppa at menna SEV, til fólki sjálvt aftur hevur brúk fyri pengunum.

Størsta vakstarpotentiale í Føroyum er alingin, og hon er enorm!

Kom nú Føroya Landsstýri við einum reformi í alinigini. Gev leyst til peningin sum so fegin vil inn í SEV. Har kann hann veruliga gera mun!

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo