Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin, (tann á Løgtingi), var noyddur at vísa hvørja støðu hann hevði.

Tað er annars langt síðan at Javnaðarflokkurin, (tann á Fólkatingi), tók støðu, og var við til at samtykkja kapasitetspakkan.

Tað var neyðugt fyri at halda seg væl við Mette og vinfólkini á Christiansborg.

Lønin kom nú, í somu viku sum “forståelsespapiret” um radaran var undirritað.

Javnaðarflokkurin, (tann á Fólkatingi), boðaði frá, at tað verður lættari hjá listafólkum at vísa sína list fram í Danmark.

Alt gott um tað.

Um Javnaðarflokkurin veruliga vildi havt Løgtingið at tikið støðu til radaran, kundi Javnaðarflokkurin lagt málið fyri Løgtingið til støðutakan.

Tað gjørdi Javnaðarflokkurin ikki.

Í staðin var Javnaðarflokkurin við til at leggja uppskot fyri Løgtingið, har Løgtingið skuldi “heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið um radaran.”

Jú, til lósu rætt.

Tí er tað tómt tos, tá formaður Javnaðarfloksins upp í saman endurtekur, at Javnaðarflokkurin vildi hava Løgtingið at taka støðu til radaran.

Javnaðarflokkurin heldur framvegis fast við, eins og Mette, at trygdarpolitikkur og handilspolitikkur ikki hanga saman.

Javnaðarflokkurin átti at vita betur.

NATO og ES arbeiða tætt saman í stríðnum móti Russlandi. Tey halda enntá tíðindafundir saman, har tey, hvør í sínum lagi, boða frá trygdarpolittiskum og handilspolittiskum átøkum.

Í altjóðasamfelagnum fær ein onki fyri onki.

Føroyar liggja stratekiskt sera væl fyri í sonevnda “GIUK Gap”.

Skal russiski Murmansk herflotin út í Atlantshavið, fyri at avbyrgja Evropa frá USA, so má hann antin eystan ella vestan fyri Føroyar.

Tí skulu vit nýta hendan møguleikan at vinna Føroyum fleiri rættindir, bæði móvegis Danmark og ES.

Vónandi ber tað á mál, sum landsstýrið nú hevur sett á skrá í samband við radaramálið.

Betur hevði verið, um alt var avgreitt um somu tíð.

Tí mæltu vit til at bíða við undirskrivingini av “forståelsespapiret”, og ikki tí at vit eru ímóti radaranum.

Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo