Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið gera nú enn eitt felags átak, at bjóða øllum borgarum í Vágum sum enn ikki hava fingið 3. prik, og ynskja tað, at verða koppsett við 3. prikið móti covid-19 í Vágum.

Sambært hagtølunum á www.korona.fo hava heili 89% av vágafólki 12ár og eldri lagt arm til 2. prik og enn eru umleið 900 fólk sum ikki hava fingið 3.prik í Vágum. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað. Frá seinast lærdu vit, at ein orsøk til at fólk ikki vóru koppsett, var at tað lá ikki fyri at fara til Havnar, og so eru tað onnur sum ikki ynskja at móttaka 3.prik.

Men fríggjadagin millum kl. 15.00 og 17.00 verður møguligt at fáa 3.prik móti Covid-19 í bygdarhúsinum í Miðvági. Um onkur longu hevur fingið tíð til koppseting aðrastaðni í landinum, men ynskja heldir at verða koppsett í Vágum, so er tað sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Møguligt er longu nú at bíleggja tíð á https://koppseting.corona.fo/, somuleiðis verður støkk-upp, har ikki er neyðugt at bíleggja áðrenn.

Hevur tú fyri stuttum havt koronu, skalt tú bíða við koppsetingini. Mælt verður til at fólk bíða við koppsetingini í ein mánað eftir, tey hava fingið staðfest koronu.

Inngongdin verður við hurðina oman ímóti vøllinum, og bíðirúmið aftaná koppsetingina verður í kafé’ini og gingið verður út har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo