Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skopunar og Sørvágs kommuna gjørdust í farnu viku fyrstu kommunur í landinum at gera avtalu við Gjaldstovuna um nýggja Skúlanet. Fleiri aðrar kommunur og almennir undirvísingarstovnar eru ávegis at gera líknandi avtalu.

Skúlanet er skipað sum samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna, sum umsitur Landsnet, og er líkt tilboðnum til almennar stovnar.
Skúlanet er nýggj tænasta, sum skipar felags KT loysnir og hjálp til allar undirvísingarstovnar í landinum. Krøvini til KT og KT trygd vaksa alsamt, og tí eru stórir fyrimunir við at miðsavna hetta øki.

“Við nýggju tænastuni bjóða vit føroyska undirvísingarverkinum eina KT heildarloysn, so allir skúlar kunnu brúka nútímans tøkni í undirvísingini. Uttan mun til stødd og staðseting fara næmingar, lesandi og starvsfólk at hava atgongd til munadygt KT og KT trygd”, sigur Birgir av Steinum, deildarstjóri í KT Landsins á Gjaldstovuni.

Skúlanet er partur av heildarætlanini fyri KT umsiting í undirvísingarverkinum, ið varð løgd fram og handað Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanrikis- og mentamálum í september 2020. Endamálið við heildarætlanini fyri undirvísingarøkið er í stuttum at betra um KT og dátutrygd, lætta um fyrisitingina og gera samskifti millum skúla, starvsfólk, næmingar og foreldur smidligari.

Undirvísingarøkið í tølum
41 fólkaskúlar eru í Føroyum við 6.820 næmingum og 952 starvsfólkum.
7 almennir undirvísingarstovnar eru (miðnám og hægri lestur) við 3.910 næmingum/lesandi og 671 stavsfólkum.

Les meira um Skúlanet her: skulin.fo/um-skulanet

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo