Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Alzheimerfelagið hevur keypt rættindini til at týða og almannakunngera eina app frá ”Videnscenter for demens": http://www.videnscenterfordemens.dk/app - hon kann nýtast bæði á Android og iOS (iphone og ipad) og kann takast niður á App Store

Appin ”Demensur” er ókeypis at brúka og er ætlað øllum, sum arbeiða við umsorgan, stuðli og røkt av menniskjum við demenssjúkum.

Hon er tøk á App Store.

Appin kann nýtast til:
- førleikamenning ella sum stuðulsamboð í gerandisdegnum hjá starvsfólki og hjá avvarðandi

- at eygleiða og at varnast likamligar og sálarligar broytingar

- at finna loysnir á, hvat kann gerast í sambandi við likamligar og sálarligar broytingar

- at fáa góð ráð til at fyrireika samstarvið við tey demenssjúku, avvarðandi teirra og starvsfelagar

- at læra um demensfaklig hugtøk og at finna kunning um demenssjúkur

Felagið takkar fyri fíggjarligan stuðul, ið hesi hava veitt: Megd, Hovs kommuna, Viðareiðis kommuna, Nes kommuna, Fugloyar kommuna, Sands kommuna, Skúvoyar kommuna, Vágs kommuna, Hvalbiar kommuna, Skopunar kommuna, Eysturkommuna, Tórshavnar kommuna, Hvannasunds kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo