Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Viðrar, verður hátíðarhald í Víkarbyrgi næsta leygardag, leygardagin 17. septembur 2022, klokkan 14. Minnispláta av Sneppuni í Hamrabyrgi verður avdúkað. Skipað verður fyri framførslu, og Sumbiar kommuna bjóðar kaffi og køkur.

SKRÁIN

14.00 til 14.15: Byrjað verður við at ganga stutta teinin av Víkargarði niðan móti Snepputoftini í Hamrabyrgi. Illa gongd kunnu seta bilin longri uppi við Hamrabyrgi.

14.15 til 14.30: Rakul Sumberg Dahl bjóðar vælkomin og hugleiðir um Sneppuna.

14.30 til 14.45: Kristin Michelsen førir fram røðu.

14.45 til 14.50: Minnisplátan verður avdúkað.

14.50 til 15.00: Pól Arni Holm úr Hamraduni framførir.

Eftir framførsluna hjá Pól Arna bjóðar Sumbiar kommuna kaffi og køkur í hugnaliga summarhúsinum hjá Amy og Eyðbjørn Thomsen á Víkargarði.

“Áðrenn sóttin svarta kom og legði oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi í Suðuroy av størstu bygdum. Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum ein bygd). Eitt konufólk í Hamrabyrgi, nevnt Sneppan, livdi einsamalt eftir; men hon var vorðin so vill og stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur. Í Hamrabyrgi var hon sitandi einsamøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hannara, at hon skuldi ikki doyggja av hungri.“

Brotið er tikið úr bókini Sagnir og Ævintýr I hjá Jakob Jacobsen

Vit eru í eini tíð, her mentan og søga hevur stórar avbjóðingar, okkara sagnir eru uppímóti spennandi tilfari úr TIKTOK, YouTube, Netflix, telduspøl og snildtelefon bjóða okkara sagnum og søgu av.

Unga ættarliðið tekur fyrilitarleyst ímóti hesum nýggja ráki, alt meðan okkara sagnir, søgur og mentan kámast í bakgrundini. Hetta rák stendur jú bara upp á skrift í ymsum bókum ella á mannamunni, ið so líðandi blíva meir og meir óaktuell.

At taka sagnirnar fram, skapa tær í einari standmynd, list ella minnisplátum og sostatt gera tær livandi er av alstórum týdningi fyri okkum sum tjóð. Eisini tá hugsað verður um okkara mentan, søgu og siðvenju sum føroyingar.

Rakul Sumberg Dahl, stigtari.

Stuðla hesari verkætlan hevur Lions Club Suðuroy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo