Nú sæst ein endi á kavaveðrinum.
Sambært veðurtænastunum á netinum fer at regna um vikuskiftið og hitin kemur upp í eini 8 stig.
Vindurin veksur samstundis, onkran dagin upp í skrið ella storm, mest av útsynningi og lágættum annars.
Tískil kann væntast, at blot kemur í kavan sum liggur, og ein ávísur vandi er eisini fyri áarlopi, nú so nógvur kavi er og áirnar frystar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo