Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum eru 800 túsund krónur settar av til at gera eina nýggja skipan, sum skal geva viðskiftafólkum einfalda kunning um, hvørt matvørutrygdin er nøktandi á matstovum og øðrum støðum, sum eru fevnd av matvørulógini, og har almenningurin hevur atgongd.

Tá Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur eftirlit á matstovum o.ø., verður, umframt ta vanligu eftirlitsfrágreiðingina, eisini skrivað ein standardiserað frágreiðing, sum skjótt og lætt gevur brúkarum viðkomandi kunning um matvørutrygd, reinføri o.a.

Skeltið við frágreiðingini skal heingjast upp beinanvegin, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur útflýggjað tað, og skal hanga á sjónligum stað beint við inngongdina, so brúkarin lættliga kann kunna seg um eftirlitsúrslitið. Í frágreiðingini verður stutt kunning um tað, sum er kannað, og hvat kanningarnar hava víst.

Skipanin fremur brúkaravernd og eggjar samstundis matstovum o.ø. at skapa og halda eitt høgt góðskustig, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Skipanin fer at nýta somu trý andlitsbrá, sum skipanir í grannalondunum nýta:

Eitt fegið brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan ongar viðmerkingar hevur

Eitt strangt brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávík og givið ávaring frammanundan ella sett tiltøk í verk

Eitt misnøgt brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik ella afturvendandi brot á reglurnar, og hevur givið ávaring ella sett tiltøk í verk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo