Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sprotin: So er fyrsta stigið at byggja brúgv millum føroyskt og japanskt komið undir land.

Hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano hava í tvey ár arbeitt við japanskari - føroyskari / føroyskari - japanskari orðabók, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók.

Tað er vorðið so mikið væl umtókt hjá føroyingum at læra seg japanskt, at vit halda, at tey, ið fara undir kvøldskúla í japonskum í heyst, eiga at sleppa at arbeiða inni á Sprotanum.

Orðabókaarbeiðið heldur sjálvandi fram og bøkurnar fara at vaksa fyri hvønn dag.

Japansk vika er í Havn, japanar eru her og kunna seg um føroyska vinnu, tí  nýta vit høvið beint nú. Japanskir gestir vera við til tiltakið.

Kom oman á Reinsaríið týskvøldið kl 20 til eina hugnaløtu við japonskum dámi. Hátíðarhalt saman við okkum, at vit enn ein ferð hava greipað eitt fremmant mál saman við okkara á Sprotanum.

Umframt røður og upplestur fært tú góðan tónleik og ymist gott til góman, sum Tórshavnar kommuna bjóðar.

Øll eru hjartaliga væl komin oman á Reinsaríið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo