KVF: Setið ein kross í álmanakkan hóskvøldið 26. september.
Tá sendir sjónvarpið fyrsta dokumentarin í heyst. Dokumentarurin eitur Bass Elvis og Jesus á Mallorka og snýr seg um leirvíkingin Jóannes Joensen, sum stríðist við at fáa sangkarrieruna aftur á beint
Hetta er samstundis startskotið til eina røð av dokumentarum og sendingum, sum verða sendar hvørt hóskvøld í vetur.
Sjónvarpstoymið hevur í summar spílað seg út at gera fleiri upptøkur, sum nú verða kliptar til sendingar og dokumentarar. Tað mesta er framvegis í gerð, men nú byrjar at líkjast so mikið, at til ber at avdúka, hvat sendingarnar snúgva seg um.
Fleiri portrett-dokumentarar í gerð
Fleiri dokumentarar eru persónslýsingar. Umframt Jóannes Joensen hevur sjónvarpstoymið fylgt listarkvinnuni Hansinu Iversen, sum fyrireikar seg til eina framsýning í Keypmannahavn.
Pál Weihe verður eisini lýstur í einum dokumentari, har eitt filmslið hevur fylgt gerandisdegnum hjá litfagra manninum.
Á jólum er ætlanin at senda ein styttri dokumentarrøð um rithøvundin Heðin Brú.
Harumframt hevur eitt filmslið fylgt unga rennararnum Jónas Isaksen, sum herfyri royndi seg í HM í Peru.
Exit Føroyar 2.0
Kringvarp Føroya hevur sett sær sum mál at í størri mun seta dagsskránna við evnum, sum hava samfelagsligan týdning. Í hesum føri hava hóskvøldsdokmentararnir ein leiklut.
Eitt evni, sum sjónvarpstoymið hevur lagt nógva orku í, er avbjóðingarnar við mongu útisetunum, sum ikki koma heimaftur. Seinni í heyst senda vit eina dokumentarrøð í tveimum pørtum, sum viðger hesar avbjóðingar.
Í tí lættara endanum er ein urtagarðssendirøð, sum er upptikin í summar og væntandi verður send á vári.
Ein onnur sendirrøð, sum verður send týskvøld í oktober, eitur Hvør býr her?. Tað er húsameklarin Jákup Andrias Hansen, sum vitjar hús við einum kendum gesti, sum skal gita, hvør eigur húsini.
Gamlir kenningar koma aftur
Nakrar av sendirøðunum, sum hava verið gjørdar seinasta árið, koma aftur í sama hami men við nýggjum innihaldi.
Tróndur Olsen og fuglakennarin Silas Olofsson fara aftur á ferð at leita eftir fuglum. Ætlanin er at gera nakrar nýggjar partar av Sært tú fuglin.
Fólksins rødd, sum varð dustað fram aftur í vár eftir fleiri ár í dvala, verður eisini aftur í heyst við nýggjum røddum.
Rannvá Fossaberg hevur í summar vitjað fleiri nýggj og spennandi heim, sum verða víst í sendirøðini Heim, kæra Heim.
Nýggir partar av burðardyggu matsendingini Mett fyri minni eru eisini í gerð.
Og sjálvandi fara matglaðu Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar eisini í køkin at gera Foytar greyðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo