Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(tilvildarlig mynd úr savninum)

(tilvildarlig mynd úr savninum)

Nú krevst loyvi at fiska hummara - eisini til húsbrúks. Tað er ásett í nýggjari kunngerð, sum kom í gildi á nýggjárinum.

Óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg í seinastuni, og tað er vinnuliga fiskiskapinum til ampa. Óskipað hummaraveiða gagnar hvørki hummarastovninum ella teimum, sum fiska hummara, hevur Hummarafelagið áður víst á.

- Nú eru reglurnar broyttar soleiðis, at skalt tú fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum, krevst loyvi – eisini tá fiskað verður til húsbrúks, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni. Loyvini eru avmarkað til tey, ið eftir verandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Eingi nýggj loyvi verða latin afturat teimum, sum hava verið í skipanini seinastu árini.

Í kunngerðini, sum nú er lýst, eru eisini nýggjar reglur um at flyta hummaraloyvi millum bátar, umframt regla um, hvussu leingi hummararúsur kunnu standa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo