At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

TRYGD: Vinnukundar hjá Trygd hava sóknast eftir einari trygging, ið kann geva fíggjarliga hjálp til raksturin av fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv.

Tí hevur Trygd ment Fráverutrygd, sum er hin fyrsta tryggingin av sínum slagi í Føroyum.

“Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri smærri fyritøkur, um starvsfólk brádliga verða sjúk ella fáa skaða. Í summum førum kann virksemið steðga upp, um lyklastarvsfólk gerast óarbeiðsfør. Vit hava merkt ein eftirspurning frá okkara vinnukundum, ið vilja tryggja sær, at tað framvegis ber til at reka fyritøkuna, hóast starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið. Henda trupulleika vilja vit fegin vera við til at loysa, og tí eru vit farin undir at bjóða Fráverutrygd,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Serliga viðkomandi fyri smærri fyritøkur
Flestallar fyritøkur kunnu tekna Fráverutrygd. Í Trygd vænta tey tó, at tryggingin fer at vera serliga viðkomandi fyri einstaklingavirki og fyritøkur við fáum starvsfólkum - t.d. timburmenn, frisørar og ráðgevarafyritøkur - har longri frávera hjá starvsfólkunum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri virksemið.

Fyritøkur velja tryggingarupphædd og starvsfólk
Ein fyritøka kann velja at tryggja øll síni starvsfólk ella bert útvald lyklastarvsfólk. Tað er fyritøkan, ið rindar fyri tryggingina og fær endurgjaldið, um tryggjaðu starvsfólkini gerast óarbeiðsfør.

Er eitt starvsfólk t.d. tryggjað fyri 20.000 kr. um mánaðin, fær fyritøkan hesa upphædd útgoldna hvønn mánað - í mesta lagi í 12 mánaðir - meðan starvsfólkið er burturstatt.

Fyrimunur fyri dagliga raksturin og gjaldførið
Fráverutrygd gevur fyritøkuni eitt mánaðarligt tryggingarendurgjald, sum kann bøta um gjaldførið og eitt nú brúkast til at seta annað starvsfólk í tíðaravmarkað starv, meðan tryggjaða starvsfólkið er óarbeiðsført.

Fráverutrygd kann sostatt vera við til at tryggja, at dagliga virksemið og raksturin av fyritøkuni kunnu halda fram, hóast lyklastarvsfólk verða óarbeiðsfør í eitt tíðarskeið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo