Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Dugni og Amnesty International Føroyar: "Lat tínar kertustubbar til Amnesty og hjálp okkum at gera endurnýtt Amnestyljós. Eitt ljós sum birtir vón."

Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Og ljósið birtir samstundis eina vón.

Í ár eru vit farin í samstarv við Dugna um at framleiða og selja endurnýtt kertuljós. Í hesum sambandi fara vit undir átak at savna inn kertustubbar. Hartil, stuðla handlarnir hjá Á og FK verkætlanini og fara at seta frámerkt íløt fram í handlunum, har ein kann lata sínir kertustubbar.

Hjá Dugna er framleiðslan longu farin í gongd. Sí viðheft videobrot:

Tað hevði glett okkum, um tú hevði hetta í huga og lat okkum tínir kertustubbar til endurnýtslu í Á- og FK-handlunum kring landið ella hjá Dugna.

Ljósini kunnu bíleggjast longu nú á elsa(at)amnesty.fo, og annars verður ljósasølan kring landið fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo