Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leingi hevur verið kjakast um at fáa ungdóminum eina nýggja ítróttarhøll, ið lúkar øll krøv í samband við flogbólt og annan ítrótt. Sjálvt um Sørvágur nærum í áratíggir hevur verið  kallað flogbóltbygdin burtur av, har eingin onnur bygd ella býur kemur í námd av sigrum og heiðursmerkjum, so er als einki hent í hesum fyri flogbóltin so avgerðandi máli.

Sostatt hava okkara fantastiku flogbóltsleikarar, bæði vaksin og børn við, verið noydd at vant og spælt í eini høll, sum als ikki hevur tað stødd ein flogbóltshøll skal hava. Fyri 8 árum síðan legði eitt av táverandi bygdaráðsumboðum eitt uppskot fram um at útbyggja verandi ítrottarhøll, soleiðis at høllin fekk tann standard, íð krevst av Flogbóltssambandinum. Hetta uppskot fekk tó ikki undirrtøku í bygdaráðnum.

Sama uppskot var av uppskotsstillaranum lagt fram, millum annað á Vágaportalinum, herfyri. Onkur av sitandi bygdaráðslimum, eins og av fyrrverandi bygdaráðslimum, gjørdi gjøldur burtur úr uppskotinum, og kallaði tað eitt neyðaregg. Meðan onnur vístu á, at tað var als ikki nokk av pakeringsplássum har á staðnum.

Bæði í samband við kirkjutíð, eins og aðrar tænastur, so standa kanska út í móti hundrað akfør parkeraði líka frá dansistovuni og út á Stengur. Taka vit so parkeringsøkið við svimjihøllina, so eru tað kanska eini 25 akfør ið kunna setast har. Fyri ikki at tala um stóra parkeringsøkið við fótbóltsvøllin 100 metur frá høllini. Tá havi eg ikki tikið við spæliplássið á skúlaplenini.

Við nevndu økjum hava tey, ið skulu til ein flogbólstdyst, ella annað virksemi í Sørvági, ríkiligt pláss, at seta bilin frá sær. Tað má bera til, at seta bilin frá sær, uttan at tað skal vera beint upp at høllini. Og tað tekur ikki meir enn 1-2 minuttir at ganga til høllina frá pakeringsøkjunum við kirkjuna.

Afturat hesum so kemur ein útbygd høll at liggja í hjartanum á bygdini, og ikki minst, íbundin í skúlan. Soleiðis koma tey, ið skulu venja aftaná skúlatíð, ikki at hava fyri neyðini at fara heim til húsar, eins og høllin kemur at liggja centralt, bæði hjá teimum sum íðka ítrótt, eins og bygdafólkinum.

Í sjeyti-árunum vóru røddir frammi at flyta fótbóltsvøllin, soleiðis, at alt virksemið har skuldi flytast burtur frá bygdum øki. Um tær røddirnar vunnu frama, so hevði tað verið ein vanlukka fyri fyri ítróttin.

Fyri 15 árum síðan fingu sandoyingar eina Ítrottarhøll, har kostnaðurin í mestan mun var goldin úr landskassanum. Tað segðist at kostnaðurin av hesi høll var áleið 30 milliónir krónur. Um Sørvágur skal hava eina líknandi høll, so verður prísurin helst tvey ella trí faldaður í mun til høllina hjá sandingum.

Sjálvur haldið eg tað er niðrandi at bygdaráðslimir gera gjøldur burtur úr einum uppskoti, har mælt verður til at útbyggja verandi høll, tá ein hugsar um, hvussu leingi  tíðarbilið hevur verið, síðan funnið var út av, at verandi høll ikki leyk treytirnar, og so langt í frá, í sambandi við flogbóltskappingar o. a. ítrótt.

Ella skulu floðbóltsleikarnir, eins og tey, ið fáa møguleika at íðka aðrar ítrottagreinir halda áfram við at bíða, har als einki verður gjørt, samstundis sum prisurin fyri eina nýggja høll galloperar avstað við einum meirkostnað uppá  fimm ella tíggju milliónum árliga.

Fyri áleið trimum árum síðan var ætlanin at byggja eitt barnaheim í Tórshavn, eins og ætlanin var at projektera, og gera kostnaðarmettingar.

Tað vísti seg, at tá tann ætlanin skuldi gerast veruleiki í ár, var kostnaðurin út ímóti tvífaldaður uppá hetta tíðarskeiðið.

Komandi bygdarráð eigur nú at taka hetta mál í álvara upp til viðgerðar. Hvat veruligi kostnaðurin fyri eina nýggja høll er, og um tað fíggjarliga er forsvarligt at samtykkja tað, ella at útbyggja verandi høll.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo