Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Brúgvaløg yvir Føroyar og fleiri eru á veg av útsynningi sunnudagin 16. apríl á middegi. Kelda: MetOffice

ECMWF týsdagin, 18. apríl kl 12 UTC. Hátrýstið gongur enn vestureftir frá sunnara parti av Skandinavia, meðan brúgvaløgini við regni (tað bláa á tekningini) yvir Føroyar vikna

Vandi fyri mjørka (appelsingult og reyðlitt) er veksandi frá mikudegnum 19. apríl, m.a. tí at tað er lítil vindur nær hátrýstinum og at lýtt luftrák er sunnaneftir. Kelda: Dmi-Ninjo-ECM

Veðurstovan:. Veðrið komandi sunnudag og mánadag við brúgvaløgum við regni og lýggjari og slavnari luft av útsynningi og suðuri boðar frá, at várið í Føroyum ikki er langt burturi.

Meðan brúgvaløgini fara framvið av útsynningi, fer eitt máttmikið hátrýst yvir Finnlandi og Russlandi at ganga ímóti vestri inn yvir Skandinavia og haðani ímóti Skotlandi. Tað høga trýstið fer at ávirka brúgvaløgini soleiðis, at frá týsdegnum av fara tey at vikna og til endans hvørva tey og eru burtur.

##med2##

Eftir tað fara Føroyar at liggja vestan fyri miðjuna á hátrýstinum – tað sum vit kalla fyri ta heitu síðuna – og so er hátrýstveður í Føroyum. Lýggj luft fer at streyma ímóti okkum sunnaneftir, og tað kunnu vit so njóta, so leingi tað varðar. Tíverri merkir hetta ikki, at hetta gevur fulla vissu fyri nógvari sól í nógvar dagar, tí tann lýggja luftin er eisini slavin, og tað merkir skýggjað loft. Eftirsum ættin í byrjanini fer at vera landsynningur sunnan, skal luftin ikki ferðast yvir hav í ein alt ov langan tein og har taka vætu upp í seg. Var ættin ístaðin um útsynning, fór luftin yvir stóran part av Norðuratlantshavi, áðrenn hon náddi fram til okkum, og tað hevði verið nakað øðrvísi. Tí eru góðir møguleikar fyri sól, tó at vit eisini fara at síggja skýggj hangandi lágt, tám og kanska eisini fer onkur løtu við mjørka at arga…

##med3##

Vandi fyri mjørka (appelsingult og reyðlitt) er veksandi frá mikudegnum 19. apríl, m.a. tí at tað er lítil vindur nær hátrýstinum og at lýtt luftrák er sunnaneftir. Kelda: Dmi-Ninjo-ECM.

Hvussu veðrið fer at verða hetta til flaggdagin 25. apríl, er eitt sindur óvist. Veðurfrøðingar eru vanir við at fáast við forsagnir, har sum óvissan veksur, longri fram í tíðina vit fara. Í skrivandi løtu sær tað soleiðis út, at tað støðuga og góða hátrýstveðri frá leygardegnum 22. apríl fer at víkja fyri nýggjum lágtrýstum av útsynningi, og harvið fara vit at fáa løtur við regni.

ECMWF týsdagin, 18. apríl kl 12 UTC. Hátrýstið gongur enn vestureftir frá sunnara parti av Skandinavia, meðan brúgvaløgini við regni (tað bláa á tekningini) yvir Føroyar vikna

Vandi fyri mjørka (appelsingult og reyðlitt) er veksandi frá mikudegnum 19. apríl, m.a. tí at tað er lítil vindur nær hátrýstinum og at lýtt luftrák er sunnaneftir. Kelda: Dmi-Ninjo-ECM

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo