Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Komandi hálva árið, fer Kunningarstovan í Vágum undir eitt umfatandi átak at menna og styrkja ferðavinnuna í vesturøkinum.

- Við hesum átaki ætla vit at seta ljós á øll tey sum longu nú eru inni í ferðavinnuni, og  eisini hjálpa og stuðla teimum, sum hava áhugað at koma inn í hesa vinnu, sigur leiðarin á kunningarstovuni í Vágum, Sølvi Simonarson.

Kunningarstovan hevur gjørt avtalu við Niclas Hera Jákupsson frá felagnum Fegin, og kemur hann at vera toghaldari í hesari verkætlanini, sum kemur at vara fram til 1. juli.

Fyrsta átakið verður í Vága Listastovu (Salem), týskvøldið 16. februar kl. 19.00.
 
Skráin fyri kvøldið:
Kl. 19.00 Sølvi Simonarson bjóðar vælkomin
Kl. 19.10  Hvat gott hava vit her vesturi at bjóða ferðafólkum?
Kl. 20.30 Hvussu kann eg blíva betur til at selja mínar vørur og tænastu? v/Niclas Hera Jákupsson

Niclas Heri sigur í stuttari viðmerking, at Vágarnar og Mykines hava nógv áhugavert at bjóða fram longu nú – og longu nú eru nógvir veitarir sum bjóða seg fram. Hesir skulu vænta at fáa nógv burtur úr einari slíkar verkætlan – bæði hvussu tær kunnu blíva betur til at samstarva, branda seg sjálvan og ikki minst, at blívu betur til at selja teirra upplivingar, vørur og tænastur.

- Men tað er einki at ivast í, at enn hava vit bert sæð toppin á ísfjallinum tá tað kemur til ferðavinnuna í Vágum. Nátturan er bergtakandi vøkur og fjøllini eru lætt atkomulig. Vit hava størsta vatnið í landinum og fleiri onnur hugtkandi vøtn. Fleiri spennandi og áhugaverdar søgur og sagnir eru í økinum, og fleiri eru fólkini, sum hava evnir og áhugað at arbeiða í ferðavinnuni. Vit vóna at slíkt átak, kann fáa enn fleiri veitarir at bjóða seg fram, bæði til at gera gongutúrar, fiskitúrar, hárutúrar, fjalltúrar og aðrar útferðir – umframt at vit fáa fleiri, sum fara at bjóða summarhús, bed and brekfast og heimablídni o.a. fram, sigur Niclas Heri.
 
Leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum leggur afturat, at bæði ferða- og handilsvinnan er vælkomin at vera við hesum átakinum.

- Endamálið er at gera ferðavinnuna og handilsvinnuna meira sjónliga her vesturi, so vit kunnu hava fleiri spennandi tilboð til ferðafólkini fram yvir.

- Endamálið hjá Kunningarstovan í Vágum, er at ganga á odda, og vera ein tíðandi partur av at hjálpa og stuðla útbjóðarum og veitarum her vesturi, sigur Sølvi at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo