Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Tað heldur Ingilín D. Strøm, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot fram um at tryggja fjølbroytta seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Endamálið er at tryggja børnum og ungum nøktandi kunning og innlit í kynslív, kynsliga heilsu, mørk og kenslulív.

- Seksualundirvísing í dag eigur at fevna breiðari. Eitt nú eigur grundleggjandi undirvísing um mørk og samtykki at vera á skrá skjótast gjørligt á tí stigi, næmingarnir eru á. Harumframt eigur undirvísingin at fevna um evni so sum seksualitet, kynsliga sannføring, kynsliga heilsu, kenslulív umframt atburð á sosialu miðlunum, sigur Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna.

Í dag hava ung atgongd til eina ovurstóra mongd av vitan á alnótini. Tað er eyðsæð, at ung eru forvitin um kynslív og seksualitet, og tí er eisini týdningarmikið, at undirvísingin í seksualupplýsing er ein vælgrundað grundsúla undir vitanini um seksualitet hjá børnum og ungum.

Tað kann vera trupult hjá einstaka læraranum at undirvísa í evninum, tá viðkomandi onki endamál ella ætlan hevur at halda seg til. Summir næmingar og teirra foreldur kunnu uppfata undirvísingina sum verandi ov nógv av tí góða, meðan onnur halda, at tað als ikki verður undirvíst nokk. Ein vegleiðandi lesiætlan í seksualupplýsing varð gjørd í 2004, men hendan varð ongantíð borin á mál.

Ungdómstingið samtykti herfyri eitt uppskot frá 9.b úr Skúlanum á Giljanesi um kravda seksualundirvísing frá 7. til 9. flokk. Ynskið hjá ungum er at fáa meir og betur skipaða undirvísing í evninum.

Uppskotið er lagt fram í dag og verður nú sett á skrá til 1. viðgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo