Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í næstu viku fara stigtakararnir til Faer Isles whisky brennivínsvirkið, sum ætlanin er at byggja nakað norðanfyri Kvívík, at kunna nærri um, hvussu partapeningur kann setast í verkætlanina.

Tað boða stigtakararnir frá í tíðindabrævi til limirnar í Founcer's Club, sum til bar at tekna seg í tá ætlanirnar um virkið av fyrstan tíð vóru frammi.

Limirnir í Founder's Club fáa 50 partabrøv við 15% í avsláttri, og tað ber til at seta seg fyri partabrøvum longu í næstu viku.

Mikudagin 15. mars klokkan 9 kann almenningurin tekna partapening.

Føroyska whiskyið má sjálvsagt eisini hava egið glas til gyltu droparnar, og glasið er nú komið og verður at fáa í nethandlinum hjá Faer Isles Whisky.

Meira kann lesast um verkætlanina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo