Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú fíggjarlógin fyri 2023 er samtykt, er eisini neyðugur peningur játtaður til, at øll øki í landinum kunnu fáa landsdemenssamskipara. 

Higartil hava bert nøkur útvald øki í landinum havt landsdemenssamskipara, hvørs uppgáva er at hava samband við demensrakt og teirra avvarðandi. Av hesi orsøk hevur stórur munur verið á tænastunum kring landið. Nú er peningur játtaður, so at høvuðsstaðurin, Sandoyggin og Suðuroyggin eisini fáa landsdemenssamskipara.

Í Føroyum hava um 850 fólk okkurt slag av demensi, harav Alzheimer er ein formur. Økið er vitanartungt og komplekst og krevur servitan um sjúkuna. Demens rakar hart hjá bæði sjúkum og teirra avvarðandi. 

Relatiónsarbeiði sum heild setir høg krøv til starvsfólkini, og umsorganarmøði og strongd kunnu elva til, at tey brenna út. At hava landsdemenssamskiparar eru eisini partur av einum betri arbeiðsumhvørvi. 

Sum heild er tað eitt stórt framstig á demensøkinum, at fólk við demensi og teirra avvarðandi kring alt landið nú fáa atgongd til tær tænastur, sum landsdemenssamskiparar veita. 

Kristianna Winther Poulsen
Løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo