Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SSL: Strandferðslan dagførir nú bíleggingarskipanina á Smyrli, so at møgulig tøk pláss á bildekkinum á farmatúrum verða leysgivin tveir tímar fyri fráferð.  

Á ávísum túrum hjá Smyrli hevur farmur forrætt, og tá er tilsvarandi minni pláss til vanlig akfør. Plássið til farmin er avlagt í bíleggingarskipaini, og tí kann ein farmatúrur skjótt síggja fult bókaður út fyri akfør.

Hendir tað seg tó, at farmurin ikki brúkar alt tað avlagda plássið, verður plássið nú tveir tímar fyri fráferð leysgivið til akfør. Ferðafólk hava tá ein tíma til at bíleggja sær pláss til akfarið.

“Dagføringin er ein liður í at gera bíleggingarskipanina fyri akfør umborð á Smyrli enn smidligari at brúka”, sigur Niels Juel Arge, stjóri á SSL.

“Sum heild halda vit, at skipanin er komin væl frá byrjan. Vit savna allatíðina inn vitan um, hvussu ið skipanin riggar, og hvat ið brúkarin heldur, og gera so tær neyðugu tillagingarnar”, sigur stjórin.

Skipanin varð sett í verk 8. juli í eini royndartíð fram til 1. september. Hesin dagurin er fluttur til 1. oktober, meðan eftirmetingar verða gjørdar fyri at taka støðu til, um skipanin skal halda áfram.

Bíleggingarskipanin virkar á fýra av sjey sjóvegis farleiðum: Suðuroy, Kalsoy, Mykines og Skúvoy. Hinar tríggjar farleiðirnar eru Hestur, Nólsoy og Fugloy/Svínoy, har ið skipanin er klár í hesum árinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo