Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hósdagin 22. desembur kl. 11 verður spakin settur í til nýggju stórhøllina, Føroya Arena.

Tað boðar Føroya Arena frá.

Føroya Arena verður bygd við Stórutjørn uppi í Hoyvík og er sostatt geografiskt mitt í landinum.

Høllin er við Ringvegin, sum knýtir saman nýggja innkomuvegin til Havnar frá Eysturoyartunlinum við høvuðsstaðarøkið og innkomuvegin frá Sandoyartunlinum. Sostatt fara útivið 90% av øllum føroyingum í 2023 at hava góða atkomu til stórhøllina.

Høllin skal hýsa stórum ítróttartiltøkum, konsertum, ráðstevnum, og mentanartiltøkum av alskyns slag - og ikki minst eina høll, sum hevur altjóða góðkenning til at vera heimavøllur hjá einum stórum parti av innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo