Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi”, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, millum annað, eftir at úrslit frá stórari kanning um harðskap vórðu løgd fram fyrrapartin.

Meira enn ein triðingur, 36 prosent, av teimum spurdu hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi. Og 23 prosent - ella meira enn fimti hvør - av teimum spurdu hava verið fyri kynsligum ágangi.

Harðskapur og kynsligur ágangur hava sera álvarsligar fylgjur fyri tey, sum eru rakt. Tí sambært kanningini eru nógv teirra,  sum hava verið fyri kynsligum ágangi plágað av tungum tonkum, vónloysi, einsemi og trupulleikum í parlagnum. Tey eru eisini í nógv størri mun, enn onnur, arbeiðsleys ella óarbeiðsfør.

“Hetta eru tøl, ið tala, og arbeiðið at basa harðskapi og ágangi, er ikki liðugt,” staðfestir landsstýriskvinnan, sum ætlar sær at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði:

“Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður”, sigur hon.

Kanningina, sum varð løgd fram fyrrapartin, hevur Setrið gjørt fyri Almannamálaráðið. Lóður stóð fyri at savna inn dáturnar, og spurt varð um harðskap av ymsum slag og um, hvussu harðskapur ávirkar lívsgóðskuna hjá fólki.

Umleið 2.000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18-75 ár vórðu spurd, og umleið 1.100, ella 51 %, hava svarað.

Hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slag, og seinni í ár verður ein nýggj kanning gjørd, tá av støðuni hjá teimum, sum í dag eru børn og ung.

“At fáa til vega nágreiniliga vitan um hetta økið hevur alstóran týdning, og eg eri fegin um, at vit nú hava eitt enn betri grundarlag at arbeiða við. Tí við álítandi tølum av slíkum slagi ber til at leggja arbeiðið til rættis á besta hátt,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Úrslitini síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo