At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Møttur við kærleika og umsorgan. Tað er mín vitnisburður um allar teir tænarar, ið gjørdust samverkamenn mínir. Tað er undursamt og vælgerandi at minnast kvinnur og menn á lívsleiðini.

Viðhvørt fyllir tað neiliga huglagið ov mikið. Tá er vandi fyri, at liturin og lívsvirðið verða væl dimmari. Tað er vandamikið, um tað neiliga fyllir ov nógv.

Sum andaligur leiðari kom tað til mín seinnapartin 2. oktober 2021, at neyðugt var at ansa sær, so tíðin í embætinum ikki verður misnøgd og knarr. Tað er umráðandi at verða varðveittur í eini glaðari trúgv á frelsaran Jesus.

Mær rann í huga ein ísfiskatúr við snellu undir Føroyum. Vit høvdu roynt norðanfyri eina lítla viku. Várið hevði roynst nøkulunda. Men henda túrin var fiskiskapurin smáligur. Tað var sjómanninum ein uggi, at veðrið hevði verið gott, summarnáttin vøkur og huglagið umborð vinarligt.

Á veg innaftur á Skálafjørðin legði dámligi skiparin, ið var deknur í Sjóvar kirkju, hendur sínar á herðarnar, nevndi mítt navn og segði: “Ungi vinur mín. Verð tú ikki sum skiparin, tá ið tú verður gamal, tí gamlir menn duga sera væl at knarra.”

Jú, nakað smáfallandi aftur og fram, hevði verið. Livdi mitt í øllum og merkti als ikki, at lagið var minni gott á tí gamla ella manningini. Tað er ikki hugaligt í fiskaloysi dag eftir dag at hyggja inn í slavtokuna í einar 12-15 tímar um døgnið.

Unglingin er í dag um sama aldur sum skiparin, tá ið hann ávegis inn á Skálafjørðin segði setningin. Áminningin er kærkomin og fær jalig minni fram. Jú, vælgerandi er at dvølja við føgur og fløvandi minni.

Oljufýringin í Viðareiðis kirkju var steðgað. Vit sendu boð eftir manninum, ið hevði eftirlit við oljufýringini. Viðkomandi var klokkari í Hvannasunds kirkju, so vit kendust væl frá kirkjuni og tí andaliga umhvørvinum í Klaksvík.

Áðrenn farið var heim á Bakkan, drukku vit ein kaffimunn í Ónagerði. Ein vinsælur maður og ein vælsignað vitjan.

Undir gólvinum í forkirkjuni var eitt rúm, har oljufýringin stóð. Har var lágt og plássið var avmarkað. Valdi at fylgja eftirlitsmanninum inn í rúmið. Hugdi at, meðan hann ágrýtin arbeiddi, hóast heilsan var farin at bila.

Tá ið oljufýringin var virkin aftur, bað klokkarin eina bøn fyri sóknarprestinum og familju hansara. Klokkarin hevði yvirskot at hugsa um familjuna í Ónagerði hóast lívshættisliga sjúku.

Henda bønin hevur fylgt mær líka síðani sum ein Harrans verndareingil. Lagið verður altíð gott, tá ið henda løtan vitjar í minninum. Bønin hjá klokkaranum er mær ein varandi orkukelda til andaliga styrki, tá ið á stendur í lívsins leiki.

Jarðaði sjálvur henda samverkamannin, tá ið tími hansara kom nakað seinni. Deyðin er ongantíð unniligur, og als ikki tá ið hann kemur í góðum árum. Men friðurin í Jesusi gevur syrgjandi eina glaða vón og eina sæla vissu um ævigt lív í Guðs ríki.

Fóru aftur á kendar heimligar leiðir í Sjóvar prestagjaldi á vári í 1992. Eisini her vórðu vit møtt við kærleika og umsorgan. Søgurnar er nógvar, og gleðin myndar tær flestu. Eyðvitað vóru avbjóðingar, men eisini svárar løtur er bønin í Jesu navni ein varandi orkukelda. Tað er ein veldig kraft í samanløgdum hondum í bøn fyri Guðs ásjón.

Deknurin á Selatrað var morgunmaður, og tað eydnaðist mær ongantíð at koma í kirkjuna sum tann fyrsti. Komin á økið, sást gjøgnum vindeyguni at deknurin longu sat í stóli sínum. Á altarinum brunnu kerturnar og sendu ljós og hita út í kirkjuskipið.

Fregnaðist einaferð og spurdi, um hann altíð møtti so tíðliga til gudstænastuna. Jú, hann valdi at vera í góðari tíð, so hann fekk lisið Gudsorðið, ið hoyrdi degnum til. Deknurin las og grundaði yvir tekstin í djúpari kvirru. Friðurin í kirkjuskipinum var vælgerandi.

“So biði eg fyri gudstænastuni og tær, prestur. Biði fyri teimum, ið savnast um Guðs orð í kirkjum og samkomum. Biði fyri fólkinum, eisini teimum, ið ikki hava kirkjuna ella samkomuna sum fyrsta val.

So biði eg fyri mær sjálvum og mínum. Persónliga biði eg einamest um fyrigeving fyri syndir mínar, ið ikki eru so fáar.”

Í hesum lestri er sagt frá trimum kirkjutænarum. Teir hava hvør á sín hátt gjørt meg glaðan í tænastuni sum prestur. Verður mær lív og heilsa lagað, kom fleiri lestrar við smáum søgum. Fyri mær er talan um halgisøgur um menn og kvinnur, hóast einans menn eru nevndir í hesum lestri.

At vera møttur við fyrigeving og opnum sinni. At vera góðtikin, hóast sjónlig føll og brek. At møta vælgerandi fólki og merkja signaðar hendur.

Jú, tøkkin eigur at ljóða og verða borin bæði Guði og menniskjum. Bøn mín er samstundis áhaldandi: Harri, Guð mín, gevur mær eitt betri sinnalag. Amen.

Orðið: “Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald!” (Fyrra Tessalónikubrævið 5,16-17).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo